Ein hørð og veruleikanær søga um umsorganarsvik. Pápin kemur ikki upp um morgunin. Hann ger ikki mat longur, og hann svarar næstan ikki, tá ið Sanna tosar við hann. Í skúlanum er tað ikki nógv betri, tí besta vinkonan vil ikki hava nakað við hana at gera. Men so byrjar Yousef í flokkinum, og hann hevur umleið eina millión eygnavippur og veit, hvat tað vil siga at taka myndir av verðini.
Neda Alaei skrivaði, og Ingun Háberg týddi úr norskum.
Bókin er heft, 190 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.