Í hesari bókini eru 46 týðingar eftir 26 ymisk skøld. Tann elsti yrkjarin í hesum savni var føddur í 1770, tann yngsti í 1988. Talan er tí, sum rímiligt er, um rættiliga ymiskar yrkingar, bæði í innihaldi og formliga. Hesar týðingar eru gjørdar yvir eitt langt áramál, tær elstu helst í 1968 ella 1969 og tær yngstu í ár, nýtýddar. Sostatt er ein stív hálv øld ímillumtær elstu og yngstu týðingarnar.