Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn, sum gjøgnum bønina Gev mær ... uttan íhald sóknast eftir tí rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi.