Høvuðstilfarið til hetta fimtanda bindið er - sum til hini fjúrtan áður útkomnu bindini - úr keldum á Landsskjalasavninum. Men heimildarfólkini í bygdini eru mong og hava verið holl at veita týðandi upplýsingar. Páll J. Nolsøe var komin væl áleiðis við hesum fimtanda bindinum, tá hann brádliga gjørdist sjúkur og andaðist á pálsmessu í 1996. Pól á Kletti skrivar, at Páll J. Nolsøe var virkin til tað síðsta, tí millum skjølini, ið hava samband við útgerðarsøguna á Toftum, eru brøv, sum eru dagfest tíðliga á sumri 1995. Elli og sjúka vóru á heysti 1995 farin at boyggja, so orka var ikki til meira. Tó hevur Páll fingið við, at Júst í Túni var deyður 5. august hetta árið. Páll hevur klipt deyðsdagin úr Dimmalætting, líkasum fyri at minna seg á, og fest hana við umrøðuna um Júst í Túni, men ikki ikki skrivað sjálvan deyðsdagin í handritið. Ein síðsta heilsan til ein av mætastu vinnulívsmonnunum á Toftum frá einum høvundi, ið skjótt skuldi fara saman veg.