Í bókini kanst tú lesa um 100 kvinnur úr allari verðini: journalistar, politikarar, drotningar, rithøvundar, rokkstjørnur, teldufrøðingar, ballettdansarinnur, vísindafólk og mangar, mangar aðrar. Ein mynd er teknað av øllum kvinnunum. Tað eru listakvinnur úr allari verðini, sum hava myndprýtt.
Tað hevur týdning, at gentur skilja forðingarnar, sum liggja framman fyri tær. Tað er líka so týdningarmikið, at tær vita, at tað ber til at vinna á hesum forðingunum. At tær ikki bara kunnu finna ein máta at basa teimum, men at tær kunnu beina hesar forðingarnar burtur fyri tær, sum koma aftaná teimum, júst sum hesar stóru kvinnurnar hava gjørt.
Bókin hevur gingið sigursgongd um allan heim, og tað vísir seg, at tað ikki bara eru gentur, sum lesa bókina, men sanniliga eisini dreingir!