Leikum fagurt er ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í 30-árunum. Hon er eisini kærleikssøgan millum tann veika læraraskúlanæmingin Tórmann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Høvuðssøgugongdin er kortini um Íhaldsflokkin, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkin, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál.