Ver ikki bangin fyri heksum. Serliga ikki henni innan í tær. Fleiri og fleiri í Marifred leggjast sjúk við løgnum sjúkueyðkennum. Er tað Pestan, sum er komin? Familjan hjá Alva og Viggo verður eisini rakt og drigin inn í eitt stríð móti klokkuni fyri at finna eina loysn. Samstundis ætlar Iris at avdúka, hvør Svartheksin er. Haraftrat luktar hon av rotnum líki...