Í TALLANDI 1 verður dentur lagdur á at skilja mongdir, støddir og tøl, og børnini læra at skriva tølini 1 – 5. Hetta verður fyrst og fremst gjørt við at spæla og at nýta ítøkiligar lutir. Samstundis verða lunnar lagdir undir skriftligum arbeiði og fínrørsluligan førleika, ið koma barninum til góðar í skúlanum.