Hon er um ógvusliga valdsstríðið
millum høvdingarnar Sigmund og Trónd.
Sigmundur vil geva seg undir norskan
kong og rómversku kirkjuna. Tróndur umboðar stórbóndasamfelagið, sjálvræði og
ta trúgv, sum var í oyggjunum.
Søgan byrjar og endar við Tróndi.
Tróndur livir Sigmund av við einum 30 árum. Ikki fyrr enn Tróndur doyr, er
mótstøðan ímóti norskum yvirræði brotin.
Føroyingasøga fevnir um eini 200 ár,
frá tí at Grímur Kamban setti búgv í Føroyum, til Tróndur doyr um ár 1035.