Hendan bókin umrøður føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar. í 1804 fer fyrsta seglskipið av bakkastokki í Føroyum. Sagt veður frá Royndini fríðu og øðrum førum, smiðað verða í 1800- talinum. Motorbátaøldin tekur við eftir 1900, og nógvir motorbátar verða smiðaðir. Aftast í bókini er skrá við á leið 250 motorbátum. Greitt verður fráfjølbroyttum skipasmíðið fram til 1978 tá ið seinasta langfaraskipið Jøkul fer av bakkastokki. Parturin siglandi mentannararvurin umrøður gomlu seglskipini og motorbátarnar, sum enn rógva út.