Sally Jones og vinur hennara chiefurin eru strandað í Lissabon. Her verða tey vavd inn í eitt smuglaramál, og chiefurin verður ákærdur fyri morðið á Alphonse Morro, hóast hann er ósekur. Nú byrjar ein langur og seigur kampur hjá Sally Jones. Hon má stríðast bæði fyri sínum egna lívi og fyri at fáa chiefin úr fongsli. Hon hevur miklar maktir ímóti sær. Maktir, sum fyri ein hvønn prís vilja dylja loynidómarnir, sum Morro tók við sær í vátu grøv sína, tá ið hann hvarv í Tejo ánni.