„Nútímans vísindi, sum øll eru undir orsakasambandinum, eru grunnhyggin, síggja einans tað, sum er omaná, tí følnar lívið allstaðar, har tey sita í hásætinum og skipa og stjórna, eins og nú er at sjá um vesturheimin – lívið er har tómt, allir menn eru á ferð frá einum staði á annan, og umhvervið eitrast og spillist av teirri hræðuligu fljúgving og dynjandi ferðslu – menn fljúgva,tí at teir eru tómir – eins og loftkíkurin – og vita ikki, hvar teir skulu vera.