Harry Potter gandaálmanakkin er ein framúrskarandi granskan av gandaheiminum, og vendir sær til ungar fjepparar, sum fara sína fyrstu ferð til Hogwarts, samstundis sum stuttligir loynidómar eisini eru krógvaðir í bókini, og ein rúgva av smálutum eru at leggja merki til fyri serkønu lesararnar. Harry Potter gandaálmanakkin er ein fantastiska flott skreytútgáva, ið egnar seg væl sum gávubók, sum heilt vist verður dýrmett í nógv ár frameftir.
Við støði í upprunaligu bókunum hjá J.K. Rowling er hesin Gandaálmanakkin alneyðugur sum eitt visuelt uppslagsverk við talvum, listum og gandasmálutum, eitt yvirlit yvir gandað ting, ótrúligar matvørur, undranarverdar plantur og undursom djór úr gandaheiminum. Í sjey stórslignum kapitlum kunnu lesarar læra meira um høgt elskaðar persónar, endurliva yndisløtur, læra um eiðir og svørjingar, leita eftir fjaldum loynidómum og villast inni í Hogwarts og har um vegir. Frá flokkingarhattinum til rúnaristing, alt finnur tú her.
Bókin inniheldur myndir eftir sjey gávaðar myndprýðarar ymsastaðni frá í heiminum – Peter Goes, Louise Lockhart, Weitong Mai, Olia Muza, Pham Quang Phuc, Levi Pinfold og Tomislav Tomić – hvørt listafólk lýsir gandaheimin hjá J.K. Rowling á sín egna serstaka hátt.