Hin lærdi skúlin í Havn
(Book)
Hans Jacob Debes
Eftir at biskupasetrið var niðurlagt í 1550, var prestaupplæring ikki møgulig í Føroyum. Tann gamla katólska skipanin var avtikin og gudfrøðilesturin skuldi flytast til Keypmannahavnar. Men fyrireikingarnar til henda hægri lestur var kortini neyðugur , og tí fóru ungu prestarnir fyrst á latínskúla í Havnini. Hesum skúlanum sigur Hans Jacob Debes, professari, frá í hesum verki.
Bókin er merkt av Hans Jacobsa lætta skrivingarlag, góðu frásøguevnum og dygga søgukunnleika