Ritstjórn: Anna Maria Fosaa og Sigga Rasmussen Tey, sum hava áhuga fyri plantum, hava við hesum verki fingið fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Í floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin, navnareglur, plantubygnaður, útbreiðsla og tíðleiki. Tær 67 ættirnar í floruni eru viðgjørdar í teksti og við littekning av einstøku plantusløgunum. Harumframt er listi við latínskum plantunøvnum og merking teirra og ein umfatandi listi við frøðiheitum