Álvarsamar, kensluríkar og stundum kátar, soleiðsi eru hesar eygleiðingarnar av einum landi, sum tey seinastu árini hevur rullað í ringum sjógvi, frá ovurhuga til kreppu og nýggja, vaksandi sjálvkenslu. Í sínum skaldskapi er Gunnar vanur at síggja landið uttanífrá. Í hesum úrvaldu tíðartekstunum er hann heima á klettunum, men framvegis eru Føroyar partur av øllum heiminum. Honum líkt ferðast hann víða í huganum og blandar javnan seg sjálvan og sína støðu upp í frásøgnina.