Morgun - torførara útgávan
(Book)
Sólrún Michelsen
Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin bók við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal torfør bók við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi.