Føroya Skúlabókagrunnur gevur nýggja lesivenjingarbók, Morgun, út til byrjanar-lesing. Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Olivur við Neyst hevur teknað. Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin bók við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal torfør bók við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi. Morgun er gul Snípubók, ið er ætlað 1.- 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesi-bókini. Føroya Skúlabókagrunnur ætlar at geva fleiri tílík lesivenjingarhefti út sum ískoyti til vanligu lesibøkurnar til byrjanar-undirvísingina í føroyskum.