{"fo":"Ein skuldsettur løgmaður, ein grátandi tingmaður, og rækjumenn, sum smyrja egnar lummar beint eftir at hava fingið stuðul frá tí almenna.\r\n Hetta er nakað av tí, sum hevur verið frammarlag í fjølmiðlunum seinasta hálvtannað árið. Og felags fyri hesi trý evnini hevur verið, at serliga politikarar venda byrsumúlanum móti fjølmiðlunum, heldur enn at viðgera tað, málini snúgva seg um. Spurt verður í bókini, hvør skyldan hjá fjølmiðlunum er.\r\n Bókin snýr seg um rokið, tá Tórbjørn Jacobsen skuldsetti Anfinn Kallsberg fyri ikki at duga at skyna á sínum egna og annara.\r\n Í bókini fáa fólk fyri fyrstu ferð veruligu søguna aftanfyri skuldsetingarnar móti Anfinni Kallsberg. Hetta er søgan um bókhaldaran, sum broytti tøl á goymslulistum fyri á tann hátt at útvega skipum, hann sjálvur annaðhvørt var reiðari ella eigari á, meira pening enn tey áttu. Tapari var Frostvirkið í Norðdepli.\r\n Hetta er eisini søgan um Jørgen Niclassen, sum noyddist at siga seg úr landsstýrissessinum, og fyri eygum føroyinga ikki megnaði at halda grátinum aftur.\r\n Og hetta er eisini søgan um eigararnar á Arctic Viking, sum stutt eftir at hava fingið milliónastuðul frá tí almenna, rindaðu sær sjálvum milliónir í vinningsbýti.\r\n","en":"Ein skuldsettur løgmaður, ein grátandi tingmaður, og rækjumenn, sum smyrja egnar lummar beint eftir at hava fingið stuðul frá tí almenna.\n Hetta er nakað av tí, sum hevur verið frammarlag í fjølmiðlunum seinasta hálvtannað árið. Og felags fyri hesi trý evnini hevur verið, at serliga politikarar venda byrsumúlanum móti fjølmiðlunum, heldur enn at viðgera tað, málini snúgva seg um. Spurt verður í bókini, hvør skyldan hjá fjølmiðlunum er.\n Bókin snýr seg um rokið, tá Tórbjørn Jacobsen skuldsetti Anfinn Kallsberg fyri ikki at duga at skyna á sínum egna og annara.\n Í bókini fáa fólk fyri fyrstu ferð veruligu søguna aftanfyri skuldsetingarnar móti Anfinni Kallsberg. Hetta er søgan um bókhaldaran, sum broytti tøl á goymslulistum fyri á tann hátt at útvega skipum, hann sjálvur annaðhvørt var reiðari ella eigari á, meira pening enn tey áttu. Tapari var Frostvirkið í Norðdepli.\n Hetta er eisini søgan um Jørgen Niclassen, sum noyddist at siga seg úr landsstýrissessinum, og fyri eygum føroyinga ikki megnaði at halda grátinum aftur.\n Og hetta er eisini søgan um eigararnar á Arctic Viking, sum stutt eftir at hava fingið milliónastuðul frá tí almenna, rindaðu sær sjálvum milliónir í vinningsbýti.\n"}