Um hesa bók sigur høvundurin:
Heitið "Æviga fyriætlan Guds", sum eg havi givið bókini, hugtekur meg, hvørja ferð eg lesi Efes. 3,11: "Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara."
Hetta sigur mær, at einki kemur óvart á Gud - heldur ikki syndafallið í Edens urtagarði. Tí leggur Hann ætlanir frammanundan og fremur tær í vísa ráði sínum, tá ið tíðin er búgvin.
Eitt ótømandi evni verður viðgjørt í 25 pørtum. Eingin eigur at vera óvitandi um stóru frelsuætlan Guds, tí hon er longu opinberað í teimum heilagu skriftunum.