BEINTA AV REYNI
(Book)
Dagmar Warming
Aftan fyri gardinurnar
Bókin er gjørd í samband við framsýning í Listaskálanum.
At eftirnavnið ljóðar kent, kemst av tí orsøk, at Beinta av Reyni er í ætt við tveir av kendastu føroysku listamonnunum, feðgarnar Ingálv og Eyðun,
men listaliga skilir hon seg burturúr. Hon er ikki ekspressiónistisk ella ger koloristiskar náttúruabstraktiónir. Hon er modernað og nýrealistisk. Hon setir áskoðaran í bás í landslagsmálningum sínum við at mála gardinur og blómur frammanfyri, so at áskoðarin verður tilvitaður um, at hann hyggur innanífrá og út gjøgnum vindeygað. Hetta er tað sokallaða kvinnuliga sjónarhornið, tí arbeiðsplássið hjá kvinnuni var har heima, og soleiðis upplivdi Beinta av Reyni føroyska landslagið sum barn hjá ommuni og abbanum á Eiði. Hon viðger eisini Muhammeds-kreppuna og stríðið millum gott og ónt í súmbolløddum stórum málningum við einum persóni úr amerikonsku hiphop-mentanini og eini íslendskari songkvinnu. Mótsetningar koma til skarpskeringar á tann hátt, at áskoðarin illa kann gera mun á teimum.