{"fo":"Skaldsøgan kundi eins væl itið Arvasyndin. Hetta er søgan um tríggjar brøður. Margido er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og hevur eina gravarstovu í Tróndheimi. Á fedranna ættargarði uttan fyri býin býr bróðirin, Tóri, saman við gomlu mammu sínari, tí forfjónaða og ómælandi pápanum, og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin, Erlendur, sum er samkyndur dekoratørur og býr saman við danska blaðstjóranum Krumma … \r\n Í vikuni fyri jól fær mamman slag og liggur fyri deyðanum. Teir tríggir koma saman um hana, tá ið hon liggur á deyðastrá. Teir hava ikki borið eyga hvør við annan í óminniligar tíðir. Dóttir Tóra, Tórunn – sum pápi hennara nóg illa kennir – kemur eisini. Meðan gamla liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvett, eru djúpari, enn teir grunaðu. Og har daga nýggj bond fram, sum teir als einki vistu um. \r\n\r\n”Longu her á fyrstu pallmyndunum nertur Anne B. Ragde við nakrar av lívsins stóru spurningum: lív og deyða, kærleika, sakn. Og hon ger tað so ódarvað. Eg játti og eri samdur við hana og haldi spentur fram at lesa … Í Noregi hevur henda bókin havt óvanliga góðan byr. Og tað er lætt at skilja … Mær dámar hesa skaldsøguna. Ragde sigur frá við styrki, hon letur replikkirnar anda, hon letur brøðurnar siga eitt og meina nakað annað. Og hon fær tær sterku kenslurnar fram uttan at siga so nógv um tær. Søgan fær meg ikki at missa svøvnin, men eg leggi meg fegin og sovni við einum brosi um varrarnar.” STIG HANSÉN, HELINGBORGS DAGBLAD (Svøríki)\r\n\r\n","en":"Skaldsøgan kundi eins væl itið Arvasyndin. Hetta er søgan um tríggjar brøður. Margido er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og hevur eina gravarstovu í Tróndheimi. Á fedranna ættargarði uttan fyri býin býr bróðirin, Tóri, saman við gomlu mammu sínari, tí forfjónaða og ómælandi pápanum, og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin, Erlendur, sum er samkyndur dekoratørur og býr saman við danska blaðstjóranum Krumma … \n Í vikuni fyri jól fær mamman slag og liggur fyri deyðanum. Teir tríggir koma saman um hana, tá ið hon liggur á deyðastrá. Teir hava ikki borið eyga hvør við annan í óminniligar tíðir. Dóttir Tóra, Tórunn – sum pápi hennara nóg illa kennir – kemur eisini. Meðan gamla liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvett, eru djúpari, enn teir grunaðu. Og har daga nýggj bond fram, sum teir als einki vistu um. \n\n”Longu her á fyrstu pallmyndunum nertur Anne B. Ragde við nakrar av lívsins stóru spurningum: lív og deyða, kærleika, sakn. Og hon ger tað so ódarvað. Eg játti og eri samdur við hana og haldi spentur fram at lesa … Í Noregi hevur henda bókin havt óvanliga góðan byr. Og tað er lætt at skilja … Mær dámar hesa skaldsøguna. Ragde sigur frá við styrki, hon letur replikkirnar anda, hon letur brøðurnar siga eitt og meina nakað annað. Og hon fær tær sterku kenslurnar fram uttan at siga so nógv um tær. Søgan fær meg ikki at missa svøvnin, men eg leggi meg fegin og sovni við einum brosi um varrarnar.” STIG HANSÉN, HELINGBORGS DAGBLAD (Svøríki)\n\n"}