Henda bókin er ætlað at vera íblástur til serligar løtur, føðingardagar, høgtíðir, veitslur og annað. Í bókini finnur tú 84 góðar og leskiligar uppskriftir. Uppskriftir eru m.a. til lagkøkur, rullikakur, dessertir, ísar, smákakur, og bakstur úr gerdeiggi. Umframt uppskriftirnar eru eisini góð bakiráð og mál og vekt. Harumframt eru hugskot til høgtíðir og merkisdagar umframt barnaføðingardagar, og eisini 3 uppskriftir uppá vælsmakkandi kaffi. Sum í undanfarnu bókum er dentur lagdur á at gera uppskriftir sum eru lættar at fara undir, og úr tilfarið, sum er algongt hjá teimun flestu.