Janus Djurhuus skrivaði í brævi í 1929 skemtandi , at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”. Í 1931 kom bókin Verjurøða Sokratesar. Kriton - Faidon út í Havn í týðing Janusar. 1935 gav Føroyingafelag í Keypmannahavn út “Symposion - Gorgias í týðing Janusar. Hesi fimm verkini eftir Platon gevur Fróðskapur nú út í aðru útgávu, savnað í eina bók. Umframt platontýðingarnar hjá Janusi eru tvær greinir í bókini, ætlaðar sum kunnandi bakstøði til hesar 2500 ára gomlu tekstirnar.