Frá tí eg var óviti, hevði eg áhuga fyri, hvør ið mundi vera tann fyrsti, sum búði í hesum ymisku húsunum í Dali. Pápi, Gunnar á Toft, var sera áhugaður í øllum tí gamla, sum verið hevði. Hann visti, hvør fyrstur var, ið bygdi og búði í øllum húsunum, hann visti, hvar tey høvdu staðið, og hvussu tey kallaðust.
Ættin í móðurættina hjá pápa er norðan úr Skálabotni. Haðan til Skálavíkar og Húsavíkar og øvut. Eysturbygdirnar á Sandoynni eru rættiliga tætt samanknýttar við ættarbondum. Tí er tað eisini, at frásagnir, sum eg havi tikið við, eins væl kundu hoyrt heima undir Skálavík og Húsavík.
Har í bygdini varð nógv tosað um slekt. Menn gingu inn til hvønn annan, og tað varð tosað um alt ímillum himmal og jørð. Nógvar frásagnir, bæði frá gamlari og nýggjari tíð. Pápi kendi nógv fólk ymsastaðni frá, sum hann tosaði við um sama evni. Hann hevði brøv og ættartalvur, sum hann hevði fingið sendandi frá fólki, sum høvdu henda sama áhuga.
Dals søga er í høvuðsheitum um ættarbond, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at Dali. Frágreiðingar um lívshátt og tilburðir, og ein partur er um, hvussu tað var í Dímun, tá ið rættiliga nógv fólk var har uppi.