Darlah
(Book)
Johan Harstad
172 tímar á mánanum
Bókin er Darlah, 172 tímar á mánanum. Hetta er fyrsta ungdómsbók, ið Johan Harstad hevur skrivað. Hon kom út í Noregi í 2008 og fekk Brageprisen sama ár og er seld til átta lond.
Darlah er ein science-fiction ræðusøga, sum tú hevur ilt við at sleppa úr hondunum, tá ið tú fyrst er byrjað/ur at lesa.
Hon er í stuttum um trý ung úr trimum londum, sum hava vunnið eitt lutakast at sleppa upp á mánan saman við royndum astronautum.
Komin upp á mánan byrja nógvar óhugnaligar hendingar, slíkt sum als ikki átti at hent á mánanum, tá hugsað verður um, at ongin býr har...
Johan Harstad megnar at skriva eina ótrúliga fangandi søgu, sum fær hárini at reisast líka til síðstu síðu.