Hetta er fyrsta føroyska bókmentasøgan, sum gevur lesaranum eitt samlað yvirlit og samstundis fer í dýpdina við einstøkum tekstum. Føroysk bókmentasøga 1 sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Bókin setir føroysku bókmentirnar inn í eina størri heild, og føroysku tekstirnir verða hildnir upp ímóti evropeiskum mentasøguligum og bókmentasøguligum rákum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar: miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur. Tað eru Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir, sum hava skrivað. Tær eru báðar professarar í bókmentum, og nýggja føroyska bókmentasøgan er úrslit av teirra drúgva undirvísingar- og granskingararbeiði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Jógvan í Lon Jacobsen, lektari, hevur eisini skrivað partar í bókini. Føroysk bókmentasøga 1 er 689 blaðsíður og kostar 498 krónur. Nám gevur út, og Estra hevur umbrotið og prentað. Hetta er fyrsta bind av trimum.