Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av teimun higartil níggju yrkingarsøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Frá fyrsta savninum Trettandi mánaðin 1978 til fyribils seinasta savninð Tapet millum øldir frá 2012. Jóanes Nielsen er føddur í havn í 1953 og fór sum blaðungur til skips og hevur til seinast í 1990´ unum starvst sum sjómaður og arbeiðsmaður. Síðani hevur hann skrivað mest sum burturav, og skaldskapurin hjá honum er eisini ein hin mest lisni í Føroyum. Tey seinnu árini hevur hann eisini av álvara gjørt vart við seg í hinum Norðurlondunum og er nú eisini á veg til Týsklands.