Rugbreyð við skinku, sum kom út í 1982, er søga um barndóms- og ungdómsárini hjá høvundinum Bukowski. Hon verður søgd ígjøgnum sjálvævisøguliga persónin Henry Chinaski. Søgan byrjar við fyrstu minnunum um nógv ymisk bein, sum verða skoðað frá gólvinum undir einum borði og fer haðan í tíðarraði fram ígjøgnum lívið. Søgan er bæði skemtilig og beisk. Bókin granskar tað, ið hevur havt ógvisligasta árinið á hann, og sum hevur evnað lív hansara: - hvussu óndskapsfullur pápin var - hvussu øgiliga illa, hann var skemdur av pirrum í andlitinum sum ungur - hvussu øgiliga illa, hann drakk sum ungur. Í avriknum liggur kenslan av at vera útlagin, varhugin av at vera útihýstur, og ein ógvuslig tráan eftir at sleppa at vera einstaklingur. Í Rugbreyð við skinku greinar hann síni ungu ár og sigur okkum søguna um, hvussu Bukowski gjørdist Bukowski.