Í Barnasálmabókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum eftir Dinu Gellert. 58 sálmar eru í bókini, harav eru 25 av teimum uppfunaføroyskir. Hetta eru allir teir kendastu og mest brúktu sálmarnir, so syngjast kann úr bókini til eitt hvørt høvi bæði í kirkju, skúla og heima við hús. Ætlanin við barnasálmabókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, so teir framhaldandi kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum. Vøkru myndprýðingarnar gera tað lættari og stuttligari hjá børnum at fylgja við í tekstunum, eisini hjá teimum børnum, sum enn ikki duga at lesa, tí frálíku, tilvitað barnsligu myndirnar hjá Dinu Gellert eru ógvuliga sigandi. Tølini, sum standa uppi yvir sálmunum í bókini, eru tey somu, sum í Sálmabók Føroya kirkju. Tí ber væl til hjá børnum at taka Barnasálmabókina við í kirkju og syngja úr henni har.