Bókin er skipað í tríggjar kapitlar.
Fyrsti kapittul er ein søgulig gjøgnumgongd av purismu, har ið føroysk purisma verður sett í samband við norðurlendska og evropeiska purismu.
Í øðrum kapitli verður tann føroyska purisman lýst sum samtíðarligt fyribrigdi, har ið hugburður til mál og málnýtslu verður viðgjørdur við støði í kanningum, sum eru gjørdar eftir aldarskiftið.
Triði kapittul er av ástøðiligum slag. Hann snýr seg um málvariatión í føroyskum, og har verða viðkomandi ástøði umrødd.
--
Jógvan í Lon er professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er mag.art. í norrønari filologi frá universitetinum í Keypmannahavn og dr. philos. frá universitetinum í Bergen.
Hann undirvísir m.a. í málsøgu, samfelagsmálvísindum, orðabókafrøði, dialektologi og purismu.