Sjáldan hevur nøkur bók fingið slíka móttøku, sum Harry Potter og Vitramannasteinurin. Bókin kom út fyrstu ferð í 1997, og beinan vegin varð hon uppseld og endurprentað, og áðrenn nakar vardi, vóru sáttmálar gjørdir við forløg kring allan heim. Rithøvundurin hevur seinni skrivað fleiri bøkur um "Harry Potter" og hava tær ligið ovast á sølulistunum kring heimin. Og orsøkin er einføld: Bøkurnar eru framúr væl skrivaðar, bæði spennandi, stuttligar og fullar í óvæntaðum tilburðum, ið hugtaka bæði stór børn og vaksin. Gunnar Hoydal týddi.