Kinna Poulsen, listaummælari, skrivar soleiðis um yrkingasavnið:
"Meðan eg lesi nýggju bókina hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, hoyri eg røddina á yrkjaranum fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á ymisk orð. Onkuntíð steðgar hon upp mitt í einum setningi sum fyri at benda á, at hann endar, men vit hoyra á framhaldinum, at hatta var ikki nakað punktum. Hendan gløggskygda næstan uttanveltaða og samstundis yvirhugaða, heita røddin er serlig við yrkingum, ið geva lesaranum varhugan av einum serligum sambandi millum orð og setningar - millum partar og heild, millum gult og innihald. Tí bókin er vøkur og gul við greiðum samanhangi millum innihald og útsjónd."