Dimma.fo skrivar soleiðis um savnið:
Beinir hevur fleiri ferðir mist fólk, ið hann var góður við. Hann royndi at fara til grøvina hjá teimum: “Har fann eg onkutíð frið, men eg fann eisini útav, at í summum førum kann man bara velja sær eitt stað. Ofta velur man eitt fysiskt stað, men eg trúgvi uppá, at man kann førka tað hugtakið til eitt fyribrigdi.”
Í yrkingasavninum fann Beinir bæði fram til eitt fysiskt stað, ið er Sólgarðurin, og eitt inniligt rúm millum tvey góð.
“Einastaðni í savninum tosar ein abbi um tað farnu ommuna, og greiðir frá, at hon sjálv hevði lagað Sólgarðin. Har fór hon, tá hon vildi hava frið. Men tað sum Sólgarðurin umboðar er transendent og kann førast yvir til kynslívið.”
---
Beinir Bergsson vann í 2018 Ebbu-virðislønina, og tá segði dómsnevndin millum annað:
"Vit eru fegin um at lata Beini fyrstu Ebbu-virðislønina, og meta, hann er ein sera virðiligur móttakari. Ein ungur, gávaður, djarvur høvundi, ið longu hevur ríkað okkum og okkara bókmentaheim, og sum vit vóna, framhaldandi fer at geva okkum nógvar ríkandi lesiupplivingar, lærdóm og ljós í og úr myrkrinum."